Noyðsla førir til mistrivnað

At noyða fólk at gera nakað, tey ikki trívast við, førir til mistrivnað, og er hetta ikki gongda leiðin. Mistrivnaður á arbeiðsplássi førir til lívsónøgd. Verður tú tvungin til at gera nakað, sum tú avgjørt ikki trívist við at gera, ávirkar hetta teg og tey rundanum teg.

Hoyrdi í tíðindunum, at nú skal "strammast upp" í ALS skipanini, soleiðis at arbeiðsleys skulu í fiskivinnuna. Tað gongur illa at manna línuskipini, og tí skulu arbeiðsleys nú manna hesi skip. 
Hví man tað vera so ringt at manna hesi skip? Hví eru hesi størv ikki 'attraktiv'?. Jú, tí tey eru krevjandi innihaldsliga og stravin kropsliga.
Eg haldi ikki, at ALS skal ganga á odda og fáa fólk í óynskt arbeiði, t.v.s. arbeiði sum tey slettis ikki ynskja ella kundu hugsað sær. Hóttanin um at taka stuðulin frá teimum, ella koyra tey úr skipanini, um tey ikki taka av hesum arbeiðstilboði, er í mínari verð burturvið og óvirðilig fyri tann einstaka persónin.
Heldur skuldi ALS-orkan og tíðin hjá fólki í Als skipanini verði nýtt til at funnið røttu 'arbeiðshilluna' fyri tann einstaka.