Noyðist kanska at sigla til Vágs í fyrstuni

Bæði landsstýrismaðurin í vinnumálum og tann í fíggjarmálum, siga, at tað kann gerast neyðugt hjá nýggja Smyrli at sigla til Vágs burturav ta fyrstu tíðina eftir at hann er komin

 

Suðuroyarisglingin


Tað er ikki vist, at tað fer at bera til at gera nýggju samferðsluhavnina í Suðuroy lidna til 2004, tá ið tað nýggja suðuroyarskipið verður sett í sigling.

Teir báðir fremstu landsstýrismenninir á økinum, tann í vinnumálum og tann í fíggjarmálum, siga, at tað er ikki vist, tað tað fer at bera til at fáa roknistykkið at ganga upp, soleiðis, at nýggja ferjulegan á Tvøroyri verður liðug til tíðina.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at tað verður neyðugt at hava eina havn í Suðuroy, so at nýggi Smyril fær ligið væl og trygt í øllum veðri.

Karsten Hansen, landsstýrismaður er púra samdur og heldur, at tað hevur onga meining ikki at tryggja nýggja Smyrli eina góða havn í Suðuroynni at liggja í.

Hvussu leingi hetta kann vera, er óvist, men báðir nevna teir eitt tíðarskeið uppá nakrar mánaðir til eitt ár ella so.


Skal til

Bjarni Djurholm vísir á, at nýggja Suðuroyarskipið er mett at kosta 305 milliónir krónur. Mett verður at 100 milliónir skulu brúkast til skipið um árið tey trý árini frá 2002 til 2004, bæði árini íroknað.

Men harafturat verður neyðugt at gera nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri, og tað fer at kosta ímillum 50 og 75 milliónir, alt eftir, hvør loysn verður vald.

Bjarni Djurgholm sigur, at bæði Strandferðslan, Landsverkfrøðingurin og umsitingin í Vinnumálastýrinum, hava mælt, til at nýggja samferðsluhavnin verður bygt so at hon verður liðug, samstundis, sum nýggja ferjan verður liðug.

Harafturat hevur Løgtingið samtykt, at Smyril eisini skal sigla á Vág og til tað krevst eisini ein útbygt havn har. Men har ætlar Vágs Kommuna at byggja út kortini og ætlanin er at gera samferðsluhavnina sum ein part av tí.

Tað er ein útbygging, sum er væl bíligari enn tann á Tvøroyri, tí útbyggingarnar í Vági kosta bara gott 20 milliónir tilsamans, við samferðsluhavn og ídnaðarhavn við. Men landið skal eisini betala ein part av tí.

Sostatt fara útbyggingarnar í Suðuroy at kosta um 360-380 milliónir tilsamans frá 2002 til 2004 og tað er meiri enn helvtin av samlaðu íløgukvotuni upp á umleið 200 milliónir um árið.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur mælt til, at samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði verður gjørd soleiðis, at hon verður liðug samstundis sum nýggi Smyril verður liðugur.

Men hann viðgongur eisini, at íløgukarmarnir eru so trongir, at tað er ikki vist, at tað eydnast.

? Eydnast tað ikki, mugu vit góðtaka, at Smyril fer at brúka Vág til samferðsluhavn og at sigla har burturav tað fyrstu tíðina, kanska í nakrar mánaðir.

Men hann leggur dent á, at Vágur verður ikki tann endaliga samferðsluhavnin í Suðuroy.


Ikki tann stóra gølan

Karsten Hansen, landstýrismaður heldur, at tað verður ikki tann stóra gølan, um tað verður neyðugt hjá Smyrli at brúka Vág til samferðsluhavn tað fyrstu tíðina, um tað so skuldi verðið í eitt ár.

?Tað, sum hetta fyrst og fremst snýr seg um, er at fáa tað nýggju Suðuroyarferjuna smíðaða.

Men tað má ikki henda, at skipið ikki fær ligið í Suðuroynni, so tað fara vit eisini at skapa útvegir fyri.

? Men eydnast tað ikki at fáa havnina á Tvøroyri liðuga til tíðina, mugu suðuroyingar tola, at hann siglur á Vág tað fyrstu tíðina. Men tað verður so bara ein neyðloysn, sum verður í gildið í eina tíð, sigur Karsten Hansen.