- Noyðist at góðtaka fólkaræðisligu reglurnar

- Eg kann ikki gera nógv við, at Finnur Helmsdal møguliga er á veg aftur í løgtingið. Soleiðis eru demokratisku spælireglurnar, sigur ein fáorðaður Páll á Reynatúgvu um møguliga afturkomu Finn Helmsdals, sum hann var í hørðum orðadrátti við fyri bert fýra mánaðum síðani

Páll á Reynatúgvu hevur ikki stórvegis viðmerkingar til, at floksfelagi hansara møguliga aftur verður tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, hóast harða stríðið og persónligu atfinningarnar, sum fuku millum teir báðar í sambandi við mál um uppihaldspening í mai mánaði.
Í greinini omanfyri stendur nakað at lesa av tí, Finnur Helmsdal hevði at siga um Páll á Reynatúgvu, men landsstýrismaðurin í almannamálum hevur møguliga fingið nóg mikið og setir ikki eld í málið aftur við nøkrum kollveltandi útsøgnum.
- Spælireglurnar eru ásettar soleiðis, og tað kann eg ikki seta meg ímóti á nakran hátt, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann hevur heldur ongar viðmerkingar til, um teir báðir yvirhøvur kunnu samstarva í sama flokki eftir so álvarsamar atfinningar og skuldsetingar tíðliga í summar.