Noyðast kanska at innflyta arbeiðsmegi

Hóast Royal Greenland fekk munagóða hjálp úr grønlendska landskassanum fyrr í ár, hevði felagið 196 milliónir krónur í halli seinasta roknskaparár. Tað er 78 milliónir meiri enn hallið í fjør.

Tann vánaliga fíggjargongdin hevur kostað nógv arbeiðspláss í fyritøkuni, men sambært leiðsluni var júst trot á arbeiðsmegi ein orsøk til tað vánaliga rakstrarúrslitið.

Flemming Knudsen, stjóri í Royal Greenland, sigur við KNR, at vantandi arbeiðsmegi gjørdi, at felagið framleiddi í minna lagi. Kemur ikki vend í, noyðist Royal Greenland at innflyta arbeiðsmegi, sigur hann.