Noyðast at útflyta 1.000 tons av ruski

Tað fer at kosta Tórshavnar Kommunu góðar 6,8 milliónir

Næsta ár verður tað neyðugt hjá Tórshavnar Kommunu at flyta 1.000 tons av burturkasti at brenna. Turið Horn, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá býráðnum sigur, at brennistøðin á Hjalla hevur tørv á ábøtum og tí má ovnurin sløkkjast.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, sigur, at ovnurin á brennistøðini skal sløkkjast í ein mánað, frá 20. januar til 19. februar. Og hann heldur, at tað er spell, at brennistøðin má leggjast still akkurát á hávetri, tá ið tað er mest brúkt fyri henni at gera varma til  Fjarhitafelagið.

Men Turið Horn vísir eisini á, at korona hevur elvt til, at nøgdin á burturkasti er nógv minkað, so kanska verður tað ikki talan um heilt so stórar nøgdir.

Nakað av pengum eru til taks til endamálið, men býráðið má so játta 3,8 milliónir afturat til endamálið. 

Býráðið staðfestur, at brennistøðin fær ikki loyvi frá umhvørvismyndugleikanum at goyma burturkast frá húsarhaldum á økinum við Brennistøðina og tískil skal tað foymast innandura. Men annars er tað heldur ikki nakað, sum letur seg gera, tí verður burturkast lagt á goymslu, er ikki orku til at seinni brenna tað seinni.