Tórshavnar Býráð
Meirilutin í Býráðnum í Havn verður nú klagaður fyri kommunala eftirlitinum hjá landsstýrinum.
Tað hendir í kjalaravørrinum á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Tað harmar meg almikið, at vit skulu vera noydd at klaga okkara egna býráð. Men eftir tað, sum hendi í gjárkvøldið, hava vit rætt og slætt onki val, sigur Jan Christiansen, býráðslimur úr minnilutanum, sum eisini hevur verið borgarstjóri í Havn
Vit kunnu ikki lata slíkt fara afturvið borðinum. At uppliva tað, at 14 vanligir borgarar, sum høvdu beinleiðis áhugað í einum máli, vóru kunnað um, hvat skuldi viðgerðast í býráðnm, áðrenn fleiri býráðslimir vistu tað, var so stór provokatión, at tað hevði verið at hildið allar okkara veljarar fyri gjøldur at latið sum einki.
Hetta var so stór skerjing av møguleikanum hjá einum parti av býráðslimunum at vera við í eini viðgerð, at vit noyðast at gera vart við okkum.
Heðin Mortensen er formaður fyri alt býráðið, eisini fyri minnilutan. Men tá ið hann ger so stóran mun á meirilutanum og minnilutanum í býráðnum, sum hetta málið er prógv um, er tað ein stórur spurningur um hann ser skikkaður til starvið.
Tað, sum fór fram í gjárkvøldið, er so álvarsligt, at hann eigur at fáa eina ávaring frá komunala eftirlitinum um, at endurtekur slíkt seg, verður hann koyrdur frá-um tað ber til, sigur Jan Christiansen.










