- Noyðast at hyggja eftir skattaskipanini

- Vit noyðast at hyggja eftir skipanini, so tann stóri munurin, ið er hvat fólk hava eftir á kontoini tá skatturin er goldin, verður javnsettur ella minkar munandi.


Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, nú ein nýggj nevnd er sett, ið skal meta um føroysku skattaskipanini.


Í samrøðuni við Rás 2 mælir hon til, at ein skipan verður sett í verk í Føroyum, ið byggir minni á inntøkuskatt og meira á brúkaragjald, umframt at hon undrast yvir samansetingina av nevndini.


Hoyr alla samrøðuna við Marita Rasmussen við at trýsta á myndina.