Noyðast at byrgja upp fyri eldrabylgjuni

Soleiðis sum Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin virkar í løtuni, má grunnurin leggja pengar til síðis, tí um gott 20 ár verður útgjaldið størri enn inngjaldið, sigur Sigurð Poulsen, formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta

- Vit noyðast at byrgja upp fyri einum veksandi tali av pensjónistum.

Sigurð Poulsen, formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin, staðfestir, at hetta er orsøkin til, at Samhaldsfasti leggur so nógvan pening til viks, sum Hendrik Old fýlist á í greinini omanfyri.

Sigurð Poulsen sigur, at leggur grunnurin ikki nógv til síðis, verður grunnurin noyddir at lækka útgjaldið aftur, sum frálíður og so hvørt sum talið á pensjónistum veksur.

- Spara vit ikki saman, hava vit ikki nóg mikið av pengum til at gjalda útaftur, leggur hann afturat.

Formaðurin í stýrinum sigur, at í 2003 átti grunnurin 308 milliónir, beint nú eigur grunnurin 528 milliónir. Í 2015 hevur grunnurin lagt 1,4 milliard til viks og í 2030 fer Samhaldsfasti at eiga 3,2 milliardir.

- Halda metingarnar, verður hetta fíggjarliga gongdin hjá Samhaldsfasta.

Endamálið við Samhaldsfasta er, at allir pensjónistar skulu fáa sama útgjald, sama, hvussu høga ella lága inntøku, teir hava havt ígjøgnum lívið.

Og skal endamálið broytast, er tað ein politiskur spurningur.

Tað, sum Hendrik Old fýlist á, er, at um nøkur ár hava allir lønarbólkar sínar egnu eftirlønir og tí verður ikki brúk fyri Samhaldsfasta í sama mun, sum tað er nú.

- Tað vit so onki um enn. Men sum politiska fráboðanin hevur verið, skal Samhaldsfasti verða ein fastur táttur í eini framtíðar pensjónsskipan, sigur Sigurð Poulsen.

Hann sigur, at í løtuni betalir samhaldsfasti umleið 2/3 av inngjaldinum útaftur í eftirlønum, men hetta talið fer at hækkar so hvørt sum talið á pensjónistum hækkar.

Og halda metingarnar, verður tað í 2030, at útgjaldið fer uppum inngjaldið og tá má grunnurin sostatt brúka av tí, hann hevur lagt til viks.

Í ár fer hvør pensjónistur at fáa 21.600 krónur tilsamans úr Samhaldsfasta ella 1.800 krónur um mánaðin. Hinvegin vísa metingarnar, at í 2030 fer hvør pensjónistur at fáa 54.000 krónur úr Samhaldsfasta tilsamans, ella 4.500 krónur um mánaðin.

Men útgjaldið í 2030 fer at hava áleið sama virðið, sum tað hevur í dag. Tað merkir, at útgjaldið hækkar við prísvøkstrinum og eitt lítið sindur afturat. Sostatt verður ikki talan um nakra veruliga hækking, soleiðis sum støðan er nú.

Les eisini greinina “Púra hol í høvdið hjá pensjónistum”.