Danska heilivágsfyritøkan stevnir sostatt amerikanska netapotekinum Hims & Hers fyri brot á einkarættin hjá Novo Nordisk.
Tað skrivar Novo Nordisk í tíðindaskrivi.
Hims & Hers selur millum annað eftirlíkingarútgávur av GLP-1 heiliváginum hjá Novo Nordisk, sum inniheldur virkna evnið semaglutid. Hetta er galdandi fyri bæði Wegovy og Ozempic.
Eftirlíkingarheilivágur er ikki góðkendur av amerikansku matvøru- og lyfjaeftirlitinum, FDA.
Novo Nordisk ákærir Hims & Hers fyri at villleiða brúkarar og heilsustarvsfólk í marknaðarføringini av vørunum, tá tað snýr seg um virkni og trygd.
/Ritzau/











