Síðstu mánaðirnar hava, hvat skattainntøkuni viðvíkur, ikki verið so hugaligir í Eysturkommunu.
Í juli, august og september var skattainntøkan lægri, enn hon var somu mánaðir í fjør.
Í oktober var skattainntøkan 2,44 prosent hægri, enn hon var í oktober í fjør.
November mánaði royndist heilt væl í Eysturkommunu. Tá var fyribils skattainntøkan 12,61 prosent hægri, enn hon var í november 2017. Vøksturin svarar til 906.616 krónur. Skattainntøkan í november í ár var 8.098.097 krónur.
Higartil í ár er samlaða skattainntøkan í Eysturkommunu 1,77 prosent hægri enn í fjør. Skatturin higartil í ár er 75.368.216 krónur, og meirinntøkan er 1.309.848 krónur.
Í Fuglafjarðar kommunu er skattainntøkan higartil í ár 1,25 prosent hægri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Samlaða skattainntøkan var ellivu teir fyrstu mánaðirnar 57.460.635 kronur. Meirinntøkan var 709.512 krónur.
Í november var skattainntøkan í Fuglafirði 1,28 prosent hægri enn í fjør. Skattainntøkan í november var 5.307.034 krónur, og vøksturin var 66.869 krónur.