Tað gongur ikki væl hjá óheftum tíðindamiðlum í Russlandi. Hetta noyðast eisini tey, sum standa aftan fyri Novaja Gazeta, at ásanna.
Óhefti tíðindamiðilin hevur nú mist rættin til at virka í Russlandi. Tað hevur russiska rættarskipanin sambært Reuters gjørt av.
Blaðstjórin á Novaja Gazeta, Dmitrij Muratov, varð í 2021 heiðraður við Nobel friðarheiðurlønini.
Sambært Wikipedia áttu fyrrverandi sovjettiski forsetin, Mikhail Gorbatjov, sáli og russiski ríkmaðurin, Alexander Lebedev, 49 prosent av ávísini.
Wikipedia veit eisini at siga, at síðan 2000 eru seks journalistar, sum hava starvast fyri Novaja Gazeta, myrdir.
Í sínari skriving fordømdu journalistarnir eitt nú korruptión, brotum á mannarættindi og kríggið í Tjetjenia.











