Notre-Dame stendur í ljósum loga

 

Eldur er komin í heimskendu og søguligu Notre-Dame dómkirkjuna í París. 

Tað er í skrivandi stund ikki greitt, hví eldur er komin í, men tað verður væntað, at tað kann hava nakað at gera við umvælingararbeiði á bygningin. 

Hetta er ikki bara ein kirkja - hetta er hjartað av Fraklandi og franski stoltleikin, sum brennur. 

##med2##

##med3##

Flammurnar síggjast týðiliga, og ein øgiligur roykur stendur úr tí annars vakra bygninginum. Eitt tjúkt roykskýggj hevur lagt seg yvir allan miðbýin, og støðan sær øgiliga kritisk út í mun til at bjarga Notre-Dame. 

Alt økið rundan um kirkjuna er avsperrað, og sløkkiliðsfólk eru á staðnum og enn fleiri eru á veg.

##med5##

Hetta er ein sonn stórvanlukka, tí talan er um, at ein av týdningarmestu bygningunum í heiminum yvirhøvur nú stendur í ljósum loga. 

Gothiski bygningurin er yvir 850 ára gamal og er í dag eitt súmbol uppá París. Fleiri túsund ferðafólk vitja Notre-Dame hvørt ár, og bygningurin verður í stóran mun roknaður sum franski stoltleikin.

##med4##

##med6##