Fótbóltur
Talan var um leigusáttmála, tá Símun Samuelsen í summar skifti íslenska Keflavík út við norska Notodden, sum spælir í næst bestu norsku deildini.
Har endaði árið við einum plássi miðskeiðis á stigatalvuni, og sum skilst, so eru teir í norska felagnum serstakliga áhugaðir í at halda fast í føroyska kantstpælaranum.
Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar, at Notodden hevur spurt seg fyri um møguleikan at keypa Símun leysan av sáttmálanum við Keflavík, og sum skilst, so hevur eisini verið samband millum partarnar.
Enn er tó ikki greitt, um Keflavík hevur hug at sleppa føroyska spælaranum, og undir øllum umstøðum vilja teir helst hava nakað av peningi, um so er. Sáttmálin, sum Símun hevur við íselndska liðið, er galdandi til og við komandi kappingarár.










