Norska felagið Notodden, sum hevur leigað vágbingin Símun Samuelsen frá Keflavík, vann í gjár í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Notodden hevur ligið í botninum, men við næsta sigrinum á rað, eydnaðist tað Notodden at toga seg burtur frá hinum botnliðnum. Símun Samuelsen spældi við allan dystin, men tað var toppskjúttin Kenneth Kvalheim, sum stjól myndina, tí hann skoraði øll málini í 5-2 sigrinum hjá Notodden á útivølli ímóti Sparta Sarpsborg.
Tíðindi










