Tíðindaskriv frá NOTIO
og P/F Tórshavnar Skipasmiðju
P/F Tórshavnar Skipasmiðja hevur havt somu eigarar, síðan fyritøkan varð stovnað í 1936. Fyrstu mongu árini stjórnaði stovnarin Kjartan Mohr fyritøkuni. Í 1979 tók sonurin Poul Mohr við leiðsluni, og í 1999 gjørdist sonur hansara, Gunnar Mohr, eisini stjóri í fyritøkuni. Men nú hava fyrrverandi eigararnir so avgjørt at selja virksemið.
P/F Tórshavnar Skipasmiðja hevur leingi verið ein tann sterkasta fyritøkan í Føroyum. Hon er framvegis væl fyri fíggjarliga, men fyrrverandi eigararnir hava ásannað, at skal fyritøkan styrkja sína støðu til at taka av avbjóðingunum í framtíðini, er neyðugt við nýggjum íblástri og breiðari festi í føroyska samfelagnum. Gunnar Mohr, stjóri í Tórshavnar Skipasmiðju, sigur:
"Gamlar dygdir hava í 68 ár gjørt fyritøkuna til tað, hon er í dag. Men kappingin er seinnu árini nógv herd av globaliseringini. Vit halda, at P/F Tórshavnar Skipasmiðja aftrat gomlu dygdunum hevur tørv á nýggjum íblástri, so fyritøkan kann menna seg í nýggju tíðini. NOTIO er eitt fíggjarliga sterkt og virkisfýsið felag. Eigararnir í NOTIO hava tætt tilknýti til føroysku høvuðsvinnuna, altjóða vinnuroyndir og nútímans hugsjónir um leiðsluhátt og virkisrakstur. Hesir eginleikar vænta vit fara at tryggja fyritøkuni eina sterka kappingarstøðu í framtíðini."
Hóast skipasmiðjuvirksemið nú skiftir eigara, heldur virksemið á Tórshavnar Skipasmiðju, Skála Skipasmiðju, Vestmanna Skipasmiðju og mekaniska verkstaðnum í Runavík fram sum vant. Tey umleið 200 starvsfólkini verða verandi í starvi, og Gunnar Mohr heldur fram sum stjóri. Tó verður leiðslan styrkt við einum stjóra aftrat og nýggjari nevnd.
Alt skipasmiðjuvirksemið verður nú lagt yvir í eitt nýstovnað dóttirfelag. Felagið hjá fyrrverandi eigarunum, sum varð stovnað í 1936, heldur fram undir nýggjum navni og verður framvegis virkið í føroyskum vinnulívi.
Vaksa um marknaðarpartin
Nevndin í NOTIO er væl nøgd við keypið. Tá framtaksfelagið varð stovnað í mai 2002, var eitt av aðalmálunum, at felagið skuldi gerast partur av eini stórari verkætlan stutt eftir stovnanina. Ein roynd varð gjørd í hesum sambandi, tá NOTIO bjóðaði upp á Føroya Fiskavirking í 2003. Hetta keypið varð tó av ongum, tí eigararnir vóru ikki sinnaðir at samráðast um sølu.
Í seinastuni hava NOTIO og P/F Tórshavnar Skipasmiðja samráðst við tí endamáli, at NOTIO skuldi keypa allar ognir knýttar at skipasmiðjuvirkseminum hjá fyritøkuni. Samráðingarnar millum partarnar hava gingið væl, og hóskvøldið 3. juni 2004 kundu partarnir so undirskriva avtaluna um handilin. Wilhelm Petersen, nevndarformaður í NOTIO, sigur:
"Samtakið Tórshavnar Skipasmiðja er ein týðandi partur av okkara høvuðsvinnu og eisini partur av undirstøðukervinum hjá fiskiflotanum í Norðuratlantshavi. Fyritøkan er kend fyri dygdargott arbeiði, bæði tá tað snýr seg um nýbygging og umvælingar, og hevur megnað at vunnið pening í góðum sum ringum tíðum. Hesi viðurskiftini og tann sannroynd, at starvsfólkini eru dugnalig og støðug, hava vigað tungt, tá NOTIO gjørdi av at keypa virksemið. Vit hava sett okkum sum fremsta mál at vaksa um marknaðarpartin komandi tíðina."
NOTIO verður einsamallur eigari fyrstu tíðina, men málið er, at ognarparturin hjá NOTIO skal gerast ein triðingur. NOTIO ætlar at skráseta P/F Tórshavnar Skipasmiðju á føroyska virðisbrævamarknaðinum og har bjóða áhugaðum íleggjarum at gerast partaeigarar.
Samstundis sum NOTIO hevur keypt virksemið hjá skipasmiðjusamtakinum, hava gomlu eigararnir hækkað partapeningin í NOTIO, so teir nú eiga ein fjórðing har. Áhugamálini hjá gomlu eigarunum fara tí í stóran mun framvegis at knýta seg at føroyskum skipasmíði.
Kensluborin avgerð
P/F Tórshavnar Skipasmiðja hevur verið knýtt at Mohr-ættini heilt síðan stovnanina. Poul Mohr, stjóri, dylur ikki fyri, at tað er ein tung avgerð at selja virksemið hjá fyritøkuni. Men hann er sannførdur um, at avgerðin er røtt. Poul Mohr sigur:
"Eg havi verið á skipasmiðjuni, síðan virksemið byrjaði, og minnist, tá Stella Argus sum fyrsta skip varð tikið upp á beding Gamlaárskvøld í 1939. Hetta hevur verið ein spennandi tíð við nógvum ríkum løtum og góðum sambondum. Men eg eri komin til ta niðurstøðu, at nú er neyðugt at líta frameftir, og tað, sum er farið, er søga. Vit vilja varðveita hesa fyritøkuna sum eina sterka fyritøku fyri land og fólk, og besti mátin at gera tað er at geva pláss fyri nýhugsan. Hesari nýhugsan halda vit, at NOTIO borgar fyri. Hetta hevur verið ein kensluborin avgerð at taka. Men vit hava valt at latið skilið heldur enn kenslurnar ráða."
Facts um Notio áðrenn keypið av Tórshavnar Skipasmiðju
Notio varð stovnað 7. mai 2002. Høvuðspartaeigararnir eru Kaupthing og Føroya Sparikassi. Kapitalurin í felagnum er 41 milliónir DKK. Endamálið við Notio er í rættuliga breiðum týdningi at gera framtaksíløgur í feløg við spennandi framtíðarútlitum.
Nevndarlimirnir í Notio eru Wilhelm Petersen, formaður, Anfinn Olsen og Kristoffur Laksá. Stjóri er Kristian Petersen. Kaupthing er dagligur íløguráðgevi hjá felagnum.
Niðanfyri eru nevndar tær fyritøkur sum NOTIO higartil hevur gjørt íløgur í:
<sum$?$end$!$ P/F KALL, hvørs virksemi er at veita føroyingum fjarskiftistænastur.
Ognarparturin hjá Notio er 17,13%
<sum$?$end$!$ P/F Auxillior Technology, hvørs endamál er at framleiða og selja kunningartøkni til menningartarnaði.
Ognarparturin hjá Notio er 18,75%
<sum$?$end$!$ P/F Set, ið er eitt íbirtingarfelag hvørs endamál er á vinnuligum grundarlagi at seta váðafúsan íbirtingarpening í verkætlanir/hugskot, ið hava góðar møguleikar fyri einum munandi búskaðarligum avkasti.
Ognarparturin hjá Notio er 33,3%
<sum$?$end$!$ P/F Faroe Real Estate. Hetta felagið eigur 100% av partapeninginum í Kollafjord Pelagic hvørs endamál er at framleiða og selja uppsjóvarfisk til matnað.
Ognarparturin hjá Notio er 32,3%
<sum$?$end$!$ P/F Poul Michelsen, hvørs virksemi er heilsøla, kend fyri at verða fremst innan sølu- og handfaran av køli- og frystivøru. Eisini hevur heilsølan lagt seg efter sergreinum innan frukt og grønt, vistarveiting (Catering), proviantering- og bakaravøru.
Ognarparturin hjá Notio er 30%