Notio ger íløgu í Kall

Nýggja privata framtaksfelagið Notio hevur keypt 18,5 prosent av partabrøvunum í telefelagnum Kalli. Prísurin er 5,9 milliónir krónur. Stjórin metir, at Kall hevur stórar vakstrarmøguleikar, og at teir fara at vinna peningin innaftur

? Vit meta, at Kall er ein spennandi fyritøka við munandi vakstrarmøguleikum, og tí hava vit valt at gera okkara fyrstu íløgu í Kall, sigur Kristian Petersen, stjóri í Notio, og hann metir, at møguleikarnir fyri at vinna peningin innaftur eru góðir.
Kall hevði eitt undirskot á slakar tíggju milliónir krónur í seinasta roknskapi, men hetta metir framtaksfelagið ikki sum nakra forðing.
? Tað er als ikki óvanligt, at slík feløg hava undirskot ta fyrstu tíðina. Vit hava gjørt hesa íløguna við vinningi fyri eyga, og tí eru vit sannførdir um, at gongdin fer at venda í nærmastu framtíð, sigur stjórin.

Vakstrarmøguleikar
Kristian Petersen nevnir í sambandi við vakstrarmøguleikarnar hjá Kalli, at telefelagið í heyst eisini fer bjóða kundum sínum GSM-fartelefoni, og á hesum økinum eru góðir møguleikar fyri stórum vøkstri í framtíðini.
Notio leggur dent á, at Kall longu hevur fingið ein fittan part av fastnettelesamskiftinum í hjá virkjum og húsarhaldum. Næsta stigið verður so GSM-telefoni.
Stjórin metir, at prísurin á 5,9 milliónir krónur fyri 18,5 prosent av partabrøvunum er rímiligur, og at hann svarar til kapitalhækkingina, sum stendur fyri framman.
Kall fer nevniliga undir nýtekning av av partapeningi um stutta tíð. Orsøkin til tað er, at tá felagið í næstum fer at bjóða GSM-hald, skal Kall gera nýggjar íløgur og hevur harvið tørv á størri kapitali.
Tann almenni Framtaksgrunnurin eigur eisini ein part av telefelagnum Kalli, men stjórin er ikki bangin fyri at gera íløgur í somu fyritøkur sum hitt framtaksfelagið á marknaðinum. Í summum førum kunnu báðir grunnarnir supplera hvønn annan, sigur hann.
Keypið av partabrøvum í Kalli er fyrsta íløgan, sum Notio hevur avgreitt, síðan felagið varð stovnað. Eigararnir av partafelagnum Notio eru Kaupthing, Sparikassagrunnurin, Tórshavnar Skipasmiðja, Framherji, Varðin og Poul Michelsen. Partapeningurin er 26 milliónir krónur.
Kristian Petersen leggur afturat, at felagið arbeiðir við fleiri spennandi íløgum, sum eru í umbúna, men hann vil tó ikki upplýsa, hvørjar hesar ætlanirnar eru, tí vandi er fyri, at stararnir flúgva av takinum, sum hann tekur til.