Um stutta tíð byrjar arbeiðið við sonevndu HerGen verkætlanini. Verkætlanin hevur til endamáls at menna eina metodu til at kunna lesa arvaeginleikarnar hjá fiski. Í hesi verkætlanini verður sild frá fýra ymiskum stovnum kannað.
- Tá frábrygdini í arvaeginleikunum eru staðfest, ber til uttan stórvegis kostna at staðfesta slagið. Metodan kann brúkast til øll onnur fiskasløg, og talan er um vitan, sum ikki er kend í dag.
Tað veit Felagið Nótaskip at siga.
Lagt verður aftrat, at føroyska felagið Amplexa Genetics A/S, Náttúrudeildin á Fróðskaparsetrinum, Havstovan og Århus Universitet samstarva um verkætlanina. Verkætlanarleiðari er Hans Atli Dahl, stjóri í Amplexa í Odense.
- Ein PhD-lesandi verður knýttur at verkætlanini, sum verður staðsett í granskarasetrinum iNOVA í Tórshavn. Verkætlanin hevur fingið í lag samstarv við European Bioformatic Institut í Edinburgh, sum eitt nú skal standa fyri upplæring og annars skal veita "know how".
Felagið Nótaskip hava játtað 600.000 krónur í stuðli til verkætlanina. Harumframt hevur Statoil játtað 480.000 og Granskingarráðið og Fiskivinnuroyndir tilsamans 910.000 krónur. Sostatt eru 2 miljónir krónur útvegaðar í fígging til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum vinnuna og tað almenna.
- Í framtíðini kann hugsast, at fiskakeyparar fara at krevja genetiskt skjalprógv fyri fiskavørur, og vitanin kann eisini hava týdning fyri at eyðmekja fiskastovnar, veit Felagið Nótaskip at siga.











