Nostalgisk samkoma í ítróttarhøllini

Leygardagin fara hetjurnar frá minniliga dystinum móti Eysturríki í Landskrona at møtast í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í sambandi við innandurakapping

Dagurin 12. september í 1990 stendur brendur í minnið hjá teimum flestu ítróttaráhugaðu. Torkil Nielsen skeyt henda dagin føroyska sigursmálið móti Eysturríki í Landskrona.

Fyri stuttum vóru tíggju ár liðin, síðani eysturríkar fingu banahøgg. Nú verður Landskronaliðið savnað aftur, og møguleiki verður at síggja spælararnar í ítróttarhøllini á Hálsi.

Um vikuskiftið skipar HB fyri innandurakapping, og í hesum sambandi hava fyriskipararnir lokkað gamlar fótbóltsspælarar at lata seg í fótbóltsstivlarnar enn einaferð.

Leygardagin klokkan 17 og í ein hálvan tíma fara spælararnir at vera á vøllinum. Spennandi verður at síggja, um teir framvegis hava bóltkynstrið, sum vit øll vita, teir einaferð høvdu. Onkur er kanska fitnaður eitt kilo ella tvey, men teir fara óivað at vera eins ídnir og smábørnini, sum fara at kappast í høllini um vikuskiftið.