Leygarkvøldið hevur Alex Bærendsen jólakonsert fyri føroyskum útisetum í Århus. Hetta er fyrsta almenna framførslan hjá honum fyri føroyingum í hálvt annað ár. Tað verður nostalgi fyri allar pengarnar á árligu jólakonsertini fyri føroyingum í Århus leygarkvøldið kl. 21. Tá fer føroyska sangstjørnan Alex Bærendsen at syngja og spæla jólaløg í Áarstovu.
Afturvið løgum sum ?Kavajól?, ?Eg gleðist so hvørt jólakvøld? og ?Nú birtast túsund jólaljós? bjóðar mentanarbólkurin eplaskivur, gløgg og jólahugna.
Umframt Alex Bærendsen fer kórið í Århus at framføra nakrar jólasangir, áðrenn Alex Bærendsen og klaverleikarin Axel Eysturstein trína á pallin. Møguleiki verður eisini at hoyra aðrar klassikarar frá rúgvusmiklu goymsluni hjá manninum við bergtakandi røddini.
Tiltakið er stuðlað av Virðisbrævamarknaði Føroya.