Jóhan Simonsen kemur rennandi í túninum uttan fyri Bartskersstovu, gamla handilshúsið hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn.
- Kanst tú ikki koma aftur seinni, eg havi ikki tíð, tivar hann fram.
Í lagið haldi eg, men endi hóast alt inni í ruðuleikanum í gamla handlinum.
Jóhan Simonsen hevur úr at gera í hesum døgum. Um tveir dagar skal handilin í Havn lata upp av nýggjum, og týsdagin 1. desember letur hann 12 gamlar handlar upp í Sandavági.
- Tá Marjun Niclasen frá Tórshavnar býráð ringdi til mín og segði, at vit kundu opna handilin hjá Katrinu Christiansen til jólar, kundi eg ikki siga nei. Hetta er eitt dreymaprojekt, sum eg havi viljað gjørt í fleiri ár, greiðir Jóhan Simonsen frá.
Tey bæði gjørdu Degns hús í 1920-ára stíli fyri tveimum árum síðani, og læntu tá ting úr húsunum hjá Katrinu Christiansen.
Posthús í ovaru hædd
Niðara hædd hjá Katrinu Christiansen verður framsýning og handil við gomlum tingum. Jóhan Simonsen hevur lænt steintoy frá Torgerð Suðuroy og funnið nógv stuttligt á gamla lagrinum hjá Haldor Christiansen, soni Katrinu Christiansen.
- Tað er meiningin, at man skal ferðast aftur til 1950-ini, tá man kemur inn her. Jólapryði er endurgjørt frá tí tíðini, og verður til sølu, sigur Jóhan Simonsen.
Ovara hæddin verður gørd um til gamalt posthús. Postsavnið letur møblar til endamálið og gomul postkort eru enduskapaði til hetta høvið.
Tilhaldið fyri eldri fólk flytur í desembur mánað oman til Katrinu Christiansen.
- Trý eldri fólk vera her allan desembur mánað, sigur Marjun Niclasen, samskipari fyri jólatiltøkunum.
Aftur í 1950-ini
Jólasmátturnar í Tinghúsgarðinum verða eisini inrættaðar í 1950-ára stíli. Eitt kamar, ein stova og ein køkur verða gjørd soleiðis, at hyggjast kann inn. Gongugøtan verður stongd fyri ferðslu allan desembur mánað.
- Vit vóna, at fólk skulu koma oman til hugnaliga umhvørvið í Miðbýnum. Tað verður nógv meiri gjørt burturúr í ár enn undanfarin ár, greiðir Marjun Niclasen frá.
Nógvar sokallaðar livandi framsýningar vera. Tað vil siga, at tað er gjørligt at fara inn og gerast partur av framsýningini, og eisini keypa sær okkurt við heimaftur.
- Jólini eru vorin so komersiell, her vilja vit endurskapa tað nostalgiska við jólunum. At omman og abbin kunnu taka síni barnabørn við og vísa teimum, hvussu jólini vóru fyrr, sigur Marjun Niclassen.