Nostalgi við Gluggamynd

Klingran var á tremur við fólki, sum vóru komin at uppliva nostalgi við Glataðu spælimonnunum.

Bókadagarnir endaðu við, at Glataðu Spælimennirnir framførdu 30 ára gomlu plátuna Gluggamynd.

Klingran var á tremur við fólki, sum vóru komin at uppliva hesa framførsluna Sambært songkvinnuna Jakobinu Elingsgaard so var hetta fyrstu ferð nakrantíð, at henda útgávan var spæld úr enda í annan.

Vit vórðu førd gjøgnum frálíku løgini, ið Pauli og Jakobina skrivaðu til orðini hjá Tongla Tummasi, Jóanesi Nielsen og  Steinbirni B. Jacobsen. Hetta er ein sangskattur, ið langt síðan hevur vunnið sær pláss í hjørtunum hjá føroyingum.

Eingin ivi skal tó vera um, at tað var "Leygarmorgun í Havn" blúsutti klassikarin, ið Jóanes Nielsen skrivaði orðini til, ið fekk bestu móttøkuna. Fólk klappaði við, og hugnaði sær.

Samanumtikið var hetta ein deilig framførsla. Har vit serliga vórðu mint á, hvussu góðan klang røddin hjá Paula Hansen hevur.

Hesir sangirnir eru so sterkir, og fyri tey nógvu, ið kendu teir so væl frammanundan, var hetta ein ferð aftur í tíðina.  Hetta var við øðrum orðum nostalgi. Man kendi seg ríkari, tá man eftir ein tíma ella so av tónleiki, fór aftur út í vetrarkvøldið í Havn.

 

Lesið ummæli av konsertini í Sosialinum í dag.