Summartíð á Rás2 leitar í morgun aftur til farnar tíðir í Pegasus. Brot úr gomlum sendingum verða at hoyra, og útvarpsfólk, sum hava starvast í Pegasus, koma á vitjan Síðani apríl mánað í 2000 hevur Pegasus verið brúkt til útvarpsarbeiði. Fyrstu tíðina var tað á gomlu Rás2, síðani í nógv ár í Útvarpi Føroya, og nú aftur á nýggju Rás2. Í næstum fer bygningurin, har Pegasus hevur hildið til í 10 ár, í søguna, og Summartíð á Rás2 fer tí at leita aftur til farnar dagar.
Upptøka frá fyrsta útvarpskvøldinum í Peagsus verður at hoyra, brot verður spælt úr ymiskum sendingum, og útvarpsfólkini Gunnar Nolsøe, Kári Sólstein og Fróði Løkságarð koma á vitjan at práta um farnar dagar.
Summartíð á Rás2 í dag millum 9 og 12.