Nostalgi og sorgblýdni við Ad Libitum og Elin

Áhoyrarirnir, ið høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið mánakvøldið, fingu eina rørandi løtu saman við Ad Libitum og Elin Heinesen, ið var merkt av sorgblýdni, nú stóri Ad Libitumarin, Svenn Brimheim, er farin

Livandi ljós fløvaðu heita rúmið, kaffideymurin stóð úr køkinum og kavin fall uttanfyri. Nei, vit eru ikki í einum Hollywood filmi. Vit eru í sera hugnaligum umstøðum á konsert í Miðlahúsinum hjá Ad Libitum, ið onkur vildi kallað nostalgisk. Tí tað var avgjørt, at áhoyrararnir, ið teir flestu vórðu skeivu megin tey hálvthundrað, minntust aftur á gamlar dagar. Tey flestu inni høvdu avgjørt hoyrt Ad Libitum upp til fleiri ferðir, tí tað varð dúgliga murra ella sveima við.

Frálíkt nýtt innskot
Nostalgi og tó. Tí nýggja innskotið í Ad Libitum, Elin Heinesen, ikki bara sat fremst, men gekk á odda. Ikki einans við síni vakru kláru rødd, ið var eitt sindur merkt av krími, men eisini var hon so náttúrlig, at onkutíð kendist tað ikki, sum vit sótu á einari konsert, men rundan um eitt felagsbál, har øll kundu syngja við. Hon prátaði um leyst og fast, og gjørdi hon ein feil, so smíltist hon bara, og sang víðari. Hetta var júst sum í góðu gomlu døgum, tá ið Elin og Kári komu út við tí nú klassisku poppfløguni Nalja, so vit yngru vórðu ikki heilt skerd fyri nostalgi heldur.

Svenn Brimheim var við
Men hetta var tó allarmest um Ad Libitum. Kanska serliga einamest um Svenn Brimheim, og hansara serstaka jazzguitar frá 50unum. Gløggi lesarin hjá okkum hevur allarhelst lisið í vikuskiftisblaðnum, at Elin lovaði Svenn, ið er mammubeiggi hennara, at fullføra eina Ad Libitum fløgu, ið tey vórðu farin í gongd við, hóast Svenn andaðist. Hesaferð var tað ikki Svenn, men Elin ið slóg á tangentarnar á gamla guitarinum, allarhelst fyri at fáa eitt sindur av Svenn við. Og tað eydnaðist til fulnar. Sorgblýdnu tekstirnir, teir flestur kendir útlendskir sangir, ið Elin hevði føroyska, skaptu ein fjálgan hýr. Eitt sindur syrgiligan, men tó merktir av vón.

Mandolinin og kontrabassurin svingaðu
Nú skulu vit tó heldur ikki gloyma hinar 4 frálíku tónleikararnar. Tað var eyðsæð, at hetta var ein sera roynd eind. Hetta høvdu jassarnir roynt fyrr. Serstøku mandolinurnar svingaðu frálíkt saman við kontrabassinum og hinum guitarinum. Her var sanniliga spælt ad libitum, ið jú leysliga merkir at improvisera. Onki ravmagn varð nýtt, bara lige ud af landevejen, sum danskararnir nokk høvdu sagt. Eitt sindur sum tiltikna Mtv unplugged kanska, ella enntá fyrr umtalaði tónleikurin rundan um bálið. Men tó á sera høgum støði.

Frumframførsla av Yndisløgum
Konsertin var tó ikki bert ein konsert. Hetta var eisini samstundis ein frumframførsla av løgum, ið koma út á einari fløgu, ið Ad Libitum fer at geva út í næstum. Yndisløg fara tey at kalla hana, tí á henni eru yndisløg hjá Svenn, Elini og mammu hennara, ið er systir Svenn, og sum eisini fyri kortum er farin herfrá. Ad Libitum framførdu øll løgini á fløguni, ið øll eru kend løg, sum spenna so víða sum ein sálmur eftir Bach, kend country løg og spanskir klassiskarar frá 40unum. Um fløgan verður helvtina so góð sum konsertin, so kunnu vit longu byrja at gleða okkum.