Norwegian yvirhálar SAS

Fyri fyrstu ferð, síðani flogfelagið varð stovnað, er SAS ikki longur størst í norðurlondum

Seinastu 12 mánaðirnar hava 29,54 milliónir fólk flogið við skandinaviska flogfelagnum SAS. Einki óvanligt er í hesum, tí SAS hevur vanliga sera nógv ferðafólk á sínum farleiðum.

Hinvegin er tað púra óvanligt, at SAS ikki er størsta norðurlendska flogfelagið, tí tað hevur SAS verið so at siga síðani stovnina í 1946.

Ein uppgerð hjá peningastovninum Sydbank vísir, at norska flogfelagið Norwegian hevur hvat 29,66 milliónir ferðafólk seinastu 12 mánaðirnar, og tað er meiri, enn SAS hevði.

Norwegian, sum varð stovnað í 1993 sum innanríkisflogfelag í Noregi, hevur seinastu árini veruliga tikið kappingina upp við SAS, og nú hevur Norwegian fyri fyrstu fleiri ferðafólk enn SAS í einum 12 mánaðarskeiði.

- Vit mugu staðfesta, at tað, sum mest sum hevur verið ein natúrlóg, síðani SAS varð stovnað, er ikki galdandi longur. SAS er ikki størst í norðurlondum, sigur Jakob Pedersen, greinari í Sydbank, við blaðið MetroXpress.

Norwegian hevur havt stóran vøkstur í sínum ferðafólkatali seinastu árini, og vøksturin tykist halda fram komandi tíðina. Tí verður roknað við, at Norwegian veruliga fer at yvirhála SAS, tá ið tað kemur til ferðafólkatal.