Norwegian rakt av verkfalli

70 flogskiparar eru farnir í verkfall í morgun, og restin av flogskiparunum hóttir við at gera tað sama mikudagin

Ósemja í sáttmálasamráðingum millum flogfelagið Norwegian og flogskipararnar hevur nú ta avleiðing, at 70 flogskiparar eru farnir í verkfall. Hetta fer at ávirka flúgvingina hjá flogfelagnum komandi dagarnar, og helst verða onkrar fráferðir avlýstar.

Norwegian er millum stóru og mest virknu flogfeløgini í Europa, og nógvir føroyingar brúka eisini flogfelagið til ferðir uttan fyri Føroyar.

Umleið 700 flogskiparar eru í Norwegian, og í einari fráboðan í dag siga teir, at verða ikki frambrot í samráðingunum millum partarnar, leggja allir flogskipararnir arbeiðið niður mikudagin.