Norwegian kann verða selt

Felagið IAG er áhugað at keypa flogfelagið Norwegian

International Airlines Group (IAG) er áhugað at keypa stóra norska flogfelagið Norwegian.

Tað sigur IAG í einari fráboðan til keypsskálan í Oslo, skrivar Check-In.

IAG er móðirfelag hjá eitt nú British Airways og Iberia, og felagið hevur keypt seg inn í Norwegian og eigur nú 4,61 prosent av partabrøvunum í felagnum.

Keypsskálin í Oslo steðgaði eitt skifti handil partabrøvum í Norwegian, eftir at kursurin á partabrøvum vaks við góðum 18 prosentum eftir fráboðanina hjá IAG, men eftir at Norwegian boðaði frá, at felagið ikki samráðist um at selja felagið.

IAG sigur í sínari fráboðan, at tey hava keypt seg inn í Norwegian fyri at vísa áhuga og fyri at koma í samráðingar um at yvirtaka felagið. Enn hava samráðingar ikki verið, og IAG hevur ikki latið eigarunum av Norwegian nakað ítøkiligt boð enn.