Norwegian hevði methøgt rakstrarúrslit í fjør

Norska flogfelagið Norwegian heldur fram við framgongdini og økti árliga ferðafólkatalið við næstan einari millión.

Norewegean-samtakið, sum eisini fevnir um flogfelagið Wiederøe, flutti meira enn 27 milliónir ferðafólk í fjør. - Mynd: Lefteris Karagiannopoulos

Tað eru ikki eingang fimm ár síðani, at flogfelagið Norwegian var nær við at fara á húsagang og mátti ígjøgnum eina stóra umleggingartilgongd.

Men felagið er komið sterkt úr kreppuni og hevði í fjør besta rakstrarúrslitið nakrantíð.

Tað vísir roknskapurin fyri 2025, sum varð almannakunngjørdur í dag.

Hetta gav eitt rakstrarúrslit uppá 3,7 milliardir norskar krónur, svarandi til knappar 2,5 milliardir danskar krónur.

Vinningurin var 2,7 milliardir norskar krónur, sum er nærum dupult so stórt sum í 2024.

 

Stjórin Geir Karlsen er nøgdur við roknskapin og leggur saman við stjórnini upp til at luta út 844 milliónir norskar krónur í vinningsbýti.

 

– Góða gongdin merkir, at vit nú kunnu halda fram við at rinda vinningsbýti til partaeigararnar samstundis sum vit gera íløgur í framtíðina, sigur hann.

 

##med2##

 

Fíggjarliga úrslitið er takkað verið vøkstri í ferðafólkatalinum úr 26,4 milliónum í 2024 til 27,3 milliónir í fjør.

Samstundis hevur Norwegian áhaldandi økt um kapasitetin við at keypa ella leiga nýggj flogfør.

Í oktober í fjør fekk felagið tað fyrsta av tilsamans 80 nýggjum Boeing 737 Max 8 flogførum, sum skulu leverast áhaldandi fram til 2031.

Nýggju flogførini koma millum annað donskum ferðafólki til góðar, og eru ein av orsøkunum til, at Norwegian í fjør kunngjørdi hópin av nýggjum rutum til og frá flogvøllinum í Billund.

Norwegian skal eisini standa fyri nýggju grønu innanríkisleiðini millum Aalborg og Keypmannahavn, har flogið verður við í minsta lagi 40 prosentum burðardyggum flogbrennievni.

Í Norwegean-samtakinum er umframt Norwegean eisini flogfelagið Widerøe, sum í høvuðsheitum flýgur innanríkisleiðir í Noregi – men sum eisini flýgur millum Bergen og Vágar.

 

/Ritzau/

 

Norewegean-samtakið, sum eisini fevnir um flogfelagið Wiederøe, flutti meira enn 27 milliónir ferðafólk í fjør. - Mynd: Lefteris Karagiannopoulos

Norska flogfelagið Widerø, sum millum annað flýgur millum Bergen og Vágar, er partur av Norwegian-samtakinum