Norwegian gevur prísinum á brennievni skyldina

Norska lágprísflogfelagið Norwegian hevði hall á umleið 230 milliónir krónur í fjør, og tað var stórt afturstig samanborið við árið frammanundan, tá ið avlopið var 850 milliónir krónur.

Ein av orsøkunum til skeivu gongdina í 2017 var, at prísurin á brennievni hækkaði, og tað heldur Norwegian var ein týðandi orsøk til hallið.

– Vit eru als ikki nøgd við úrslitið í 2017, sigur Bjørn Kjos, stjóri í Norwegian, í einari fráboðan í sambandi við ársroknskapin.