Norwegian flúgvandi

Tað gongur strúkandi ella kanska rættari sagt flúgvandi hjá norska lágprísflogfelagnum Norwegian. Í síðsta mánað flugu meiri enn ein millión fólk við felagnum. Tað var 150.000 fleiri enn í august í fjør, og august var annar mánaðurin á rað, at Norwegian flutti meiri enn eina millión fólk.

Bjørn Kjøs, aðalstjóri, sigur við norskar fjølmiðlar, at hann er sera væl nøgdur við, at felagið fær støðugt fleiri ferðafólk, tí kappingin er hørð.

Norwegian hevur júst kunngjørt fleiri nýggjar rutur í Norðurlondum umframt rutur til Barcelona, Geneve og Salzburg.