Norwegian fær fleiri hundrað milliónir við at selja partabrøv

Størri áhugi er fyri sølu av nýggjum partabrøvum í Norwegian enn av sølu av partabrøvum, sum vóru til sølu.

Fyri at útvega nýggjan pening hevur Norwegian sett nógv partabrøv til sølu.

Áhugin fyri teimum hevur verið so stórur, at tað hevur verið yvirteknað. Tað upplýsir norska flogfelagið í eini fráboðan til norska virðisbrævamarknaðin.

Tá partabrøvini eru yvirteknað, merkir tað, at fleiri eru áhugað í at keypa, enn partabrøv eru til sølu.

Harvið kundi Norwegian útvega meira enn tær 400 milliónir norsku krónurnar, sum felagið vóna at kunna selja nýggj partabrøv fyri.

Sølan av nýggjum partabrøvum er ein partur av eini bjargingarætlan, sum skal styrkja búskapin hjá illa stadda flogfelagnum.

/ritzau/