Norwegian ætlar møguliga at fara undir flúgving til Grønlands frá 2025 at rokna. Grønlendska blaðið Sermitsiaq skrivar, at stjórin í Kalaallit Airports, Jens Lauridsen, væntar, at tað verður »í øllum førum eitt nýtt flogfelag, sum fer at flúgva til Nuuk« næsta summar.
Tá summarskeiðið byrjar næsta ár og ferðafólk koma til Grønlands, verður norska flogfelagið Norwegian møguliga at vera til staðar.
– Vit eru ógvuliga áhugað í Grønlandi. Um nýggju flogvallirnir verða lidnir eftir ætlan, og vit koma framt il, at tað verður ein eftirspurningur, kann tað vera í 2025, at felagið fyri undir rutuflúgving til Grønlands, men ikki fyri ta tíð, sigur Sara Neergaard, samskiftisstjóri í Danmark í Norwegian við Sermitsiaq.