North Ocean í Føroyum eftir pakningi

Fleiri útlendsk skip fiska í løtuni norður móti føroyska markinum.

Hin 26. januar kom russiski nótabáturin North Ocean á Havnina eftir útgerð, og sum skilst er talan um pakning, sum skipið hevur keypt her í Føroyum.

 

Í dag fór skipið avstað aftur, og á skrivstovuni hjá Tórshavnar Havn siga tey í kvøld, at skipið fór til fiskiskap.

 

Tórshavnar Havn veit at siga, at fleiri útlendsk skip í løtuni fiska norður móti føroyska markinum, og lítið man vera at ivast í, at tað er svartkjafturin, tey liggja eftir.

 

Sum skilst, hava russar nýliga keypt North Ocean úr Noregi.

 

Tað er Faroe Ship, sum umboðar skipið í Føroyum.