Norskur uppvísningur og íslendskur niðurtúrur (Video)

(Video) Síggj hæddarpunkt frá dystinum Noreg-Ungarn 36-29 (20-12) - Íslendingar eru uttan stig í EM-millumspælinum

Tað peikar hvør sín veg hjá okkara grannum í vestri og í eystri í EM-endaspælinum í hondbólti. 

Noreg hevur fýra stig fyri tveir dystir í EM-millumbólki 2, meðan Ísland framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.

Noreg vann greitt 36-29 á Ungarn, ið gjørdi lívið súrt fyri bæði Danmark og Ísland í innleiðandi bólkaspælinum. Noreg vísti sannan uppvísingarhondbólt, serliga í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Noreg á odda 20-12. Í seinna hálvleiki ráddi bara um hjá norðmonnum at halda stásið við líka.

Noreg – Ungarn 36-29 (20-12)

Noreg: Sander Sagosen 7, Goeran Johannessen 6, Harals Reinkind 5. Magnus Joendal 5, Petter Overby 4, Abelvik Rød 3, Magnus Gullerud 3, Kristian Bjørnsen 2, Alexander Blonz 1.

Ungarn: Patrick Ligetvari 5, Bence Nagy 5, Miklos Rosta 3, Dominik Mathe 3, Bence Banhidi 3, Zsolt Balogh 3, David Ubornyak 2, Peter Hornyak 2, Zoltan Szita 1, Balint Fekete 1, Bendeguz Boka 1.

Ísland tapti 27-30 móti Slovenia, ið eins og Noreg hevur fult stigatal, fýra stig aftaná tveir dystir. Íslendingar fingu ringa byrjan uppá dystin, og vóru aftanfyri 2-7. Íslendingar stríddu seg innaftur í dystin og komu uppá javnleik 9-9. Í steðginum var Slovenia á odda við bert einum máli, 15-14. Slovenia vann sær eina leiðslu uppá 19-16, og eftir tað hevði Ísland tað sera torført, og Slovenia vann uppiborið.

Slovenia – Ísland 30-27 (15-14)

Slovenia:Dean Bombac 9, Borut Mackovsek 4, Blaz Blagotinsek 4, Jure Dolenec 4, Miha Zarabec 3, Nik Henihman 2, Blaz Janc 2, Igor Zabic 1, Nejc Cehte 1.

Ísland:Bjarki Elisson 6, Viggo Kristjánson 5, Janus Smárason 4, Ólafur Guðmundsson 3, Sigvaldi Guðjónsson 3, Aron Pálmarsson 3, Alexander Petersson 1, Elvar Jónsson 1, Kári Kristjánsson 1.

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá flotta sigrinum hjá Noregi á Ungarn:

##med2##