Norskur trolari eftir lemmum

Fríggjadagin var norski trolarin Havstrand á Vági eftir trollemmum frá S/pf Rock

Fríggjadagin var trolarin Havstrand úr Ålesund á Vági eftir trollemmum frá S/pf Rock, ið framleiðir lemmarnar. Havstrand tók Seabat lemmar frá Rock, og sum skilst skulu teir royna í Irmingarhavinum, og eftir loknan túr koma teir aftur á Vág eftir nýggjum lemmum, teim sonevndu Super Shark frá Rock.
Suðuroyarportalurin hjá Suðurrás veit at siga, at onnur skip um vikuskiftið eisini skuldu fáa lemmar frá S/pf Rock, nevniliga Sjagaklettur úr Hvalba, Suðringur av Tvøroyri og Roc Amadour úr Vági. Tað sigst eisini, at í hesi vikuni koma eitt franskt og eitt norskt skip eftir Super Shark lemmum frá S/pf Rock í Vági.