Norðmenn senda so nógvan tosk á ES-marknaðin, at tað hevur trýst prísin niður, og nú vil danski ES-tinglimurin Bendt Bendtsen hava ES at revsa norðmenn.
-Í fyrra lagi leggja teir høgan toll á ES-vørur, og í øðrum lagi hildu teir okkara fiskimonnum uttanfyri, meðan teir tingaðust við ES um kvotur. Samstundis senda teir nógvan tosk á tann evropeiska marknaðin, tí teir hava trupulleikar við at selja fiskin í Russlandi, sigur Bendt Bendtsen við danska kringvarpið.
Saman við sínum konservativu feløgum í ES-tinginum virkar hann fyri at fáa ES at seta tiltøk í verk ímóti Noregi. Uppskotið er at leggja toll á norskar vørur.
Fiskimenninir á Bornholm taka undir við tiltøkum. Formaður teirra, Thomas Thomsen, sigur við DR, at fiskivinnan í Evropa er undir stórum trýsti orsakað sv tí nógva toskinum úr Noregi. Hetta rakar vinnuna á Bornholm serliga meint, tí skipini har hava ikki nógv annað enn tosk at dúva uppá, sigur hann.