Hondbóltur
Danmark hevði ein risamøguleika at spæla seg í HM-hálvfinaluna í dag. Men donsku hondbóltskvinnurnar tóku ikki av møguleikanum. Rættiliga óvæntað tapti Danmark 23-28 ímóti Angola, sum óivað vann sín minniligista sigur í angolsku hondbóltssøguni. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 14-14. Hóast angolsku kvinnurnar bert finu síni fyrstu stig í millumumfarinum, so fegnaðust tær um sigurin, sum høvdu tær vunnið heimsmeistaraskapið. Louise Mortensen var stórliga saknað á danska liðnum, men venjarin Jan Pytlick staðfesti, at Louise Mortensen var ikki nógv væl fyri, og tí kom tað ikki upp á tal at brúka Louisu Mortensen. Nú valdar óvissa, um Danmark fer at megna at spæla seg í HM-hálvfinaluna, sum verður í Nanjing fríggjadagin. Skal Danmark vinna seg í hálvfinaluna, so mugu donsku kvinnurnar vinna á russisku heimsmeistarunum. Tapir Danmark ímóti Russlandi, so má Eysturríki vinna á Fraklandi, um danski hálvfinalu-dreymurin skal gerast veruleiki.
Gekk galið í seinna hálvleiki
Danska liðið hevði stórar trupuleikar við tí offensiva angolska verjuspælinum, og í byrjanini av seinna hálvleiki vóru donsku kvinnurnar útspældar, tá Angola fór frá 14-14 og upp til eina 19-14 leiðslu. Danmark hálaði seg upp á 20-22, men so dragnaði aftur, og angolska sensasjónin var ein veruleiki.
Tað var bert Trine Truelsen, sum kundi verða nøgd við sítt avrik á danska liðnum. Hon skeyt níggju mál í dystinum.
Einki mál í eitt korter
Noreg vann ein tryggan 34-19 sigur á kinesisku vertunum. Tað sum var mest minniligt við dystinum var, at norski málverjin Terese Pedersen helt norska málið reint í 15 minuttir og 31 sekund. Hetta var í fyrru helvt av seinna hálvleiki, og hesa løtuna hevði Terese Pedersen 10 bjargingar á rað, harav eisini eitt brotskast. – Alt gekk eftir bókini, og tað er sjálvandi at fegnast um, at eg fekk gjørt mítt avrik, segði Terese Pedersen við VG aftaná dystin. Málverjuvenjarin hjá norska liðnum, svenskarin Mats Olsson eigur sjálvur metið, tá hann á sinni ímóti Danmark helt málið reint í 23 minuttir, og hann var ógvuliga fegin um avrikið hjá Terese Pedersen.
Spania týsdagin
Spania hevur sjey stig, meðan Noreg hevur seks stig, og júst hesi bæði liðini spæla ímóti hvørjum øðrum týsdagin. Noreg má vinna dystin, um norsku kvinnurnar skulu verða vísar í at vinna seg í hálvfinaluna. Suðurkorea hevur fimm stig, og vinnur Suðurkorea ímóti Rumenia, meðan Noreg tapir ímóti Spania, so fara suðurkoreonsku kvinnurnar framum Noreg á stigatalvuni. Noreg spælir lagnudystin ímóti Spania klokkan 11.15 í morgin, meðan Danmark spælir sín lagnudyst í hinum millumbólkinum ímóti Russlandi klokkan 13.