Norskur spælari til Víking

- Venjarin ringdi til mín jólaaftan og bjóðaði mær til Víking, sigur spælarin

Nógv bendir á, at norski Tobias Nygård Vibe verður nýggjur spælari í Víkingi komandi kappingarár. Í samrøðu við Itromsø sigur hann, at hann hevur fingið bjóðað ein eitt ára sáttmála og væntar at flyta til Føroyar í næstum.

 

Les eisini: Verjan hjá Víkingi bara hálv

 

Tobias Nygård Vibe spælir til dagligt við Tromsdalen, sum spælir í næstbestu deildini í Noreg. Sum skilst, so er talan um verjuspælara, ið nýggi venjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, vil hava til felagið.

 

- Eg havi fingið eitt tilboð og eri kki langt frá at verða nøgdur. Eg havi svarað teimum og havi okkurt krav, sum eg vil hava uppfylt. Millum annað við løn, flogferðaseðlum og íbúðarviðurskiftum, sigur Tobias Nygård Vibe við norðurnorska blaðið.

 

Hann sigur víðari í samrøðuni, at Maurice Ross, sum hevur eina fortíð í norskum fótbólti, ringdi til hann jólaaftan og greiddi honum frá, havt hann kundi bjóða honum ítróttarliga.

 

- Kappingin í Føroyum endar í oktober, so tað er avgjørt áhugavert at taka av møguleikanum, tí tú veist ikki um tú fær hann aftur. Stóra gularótin er at spæla Champions League undankapping, sigur 27 ára gamli Tobias Nygård Vibe.

 

Blaðið minnir eisini lesararnar á, at tað var Víkingur, sum fyri trimum árum síðani vann á Tromsø IL í Europa League. Tobias Nygård Vibe sigur eisini, at Víkingur ætlar at spæla við trimum í miðverjuni komandi kappingarár. Tað er nýtt fyri Víking, sum seinnu árini hevur verið tiltikið fyri sína sterku fýramans verju, har lítil útskifting hevur verið, men nú er óvist um Erling Jacobsen heldur fram at spæla, meðan Gert Hansen hevur trupulleikar við knænum.