Norskur spælari til HB

HB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við norskan spælara

HB hevur í dag undirskrivað sáttmála við 22 ára gamla norðmannin Andreas Breimyr. Hann hevur vant við HB í vetur og spældi millum annað móti Skála í finaluni í VFF-Cup, skrivar heimasíðan hjá felagnum í dag.

 

Andreas Breimyr er uppvoksin í London, har hann sum barn spældi við feløgum sum Fulham, Reading og Aldershot. Sum vaksin hevur hann fyri tað mesta spælt í Noregi, við Bryne, Viking og Hødd, men var eitt skifti knýttur at hópinum hjá Crystal Palace. Hann fekk tó ongar Premier Leauge-minuttir, men spældi ein venjingardyst við besta liðnum.

 

Hann verður lýstur sum ein tekniskt sterkur, kreativur miðvallarleikari, sum trívist best mitt á vøllinum. HB spælir sunnudagin í Klaksvík móti KÍ.