- Eg føli meg at vera væl fyri, og sjúkueyðkennini eru ógvuliga mild. Eg fari at arbeiða heimanífrá - og vera í sóttarhaldi heima, sigur norski arbeiðsmálaráðharrin, Torbjørn Røe Isaksen, við NTB.
Hann vísir á, at tað var týsdagin, at hann byrjaði at føla seg eitt sindur krímsjúkan, men hann visti seg ikki at hava verið í samband við nakran, sum var smittaður við korona, ei heldur nakran, sum var komin úr útlandinum.
Torbjørn Røe Isaksen vísir á, at hann alla tíðina hevur roynt at fyrihildið seg til ráðini um reinføri og at halda frástøðu til fólk.
- Í gjár gjørdist greitt, at skrivarin í ríkisfyrisitingini er vorðin smittaður. Eftir hetta varð eg kannaður og fór síðan beint til hús, sigur norski arbeiðsmálaráðharrin við NTB.
Norski barna-og familjuráðharrin, Kjell Ingolf Ropstad, er eisini í sóttarhaldi heima. Hinvegin er norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, ikki í sóttarhaldi.