Norskur laksur í Svøríki við x

Heili 98 prosent av laksinum, sum svenskarar innflyta, kemur úr Norra. Nú vil fiskiídnaðurin hava, at norski laksurin eisini fær norska stavseting í Svøríki.

Á svenskum eitur tað “lax”, men ídnaðurin vil hava, at stavsetingin skal vera norsk, so tann norski laksurin verður stavaður “laks”.

– Norskur laksur hevur eina sterka støðu í Svøríki, og hetta er ein einfaldur máti at vísa, hvaðani fiskurin kemur, sigur Line Kjelstrup, talskvinna fyri felagsskapin Norges Sjømat í Svøríki.

Uppskotið fær tó kaldliga móttøku frá svenska málráðnum, ið vísir á, at laksur uttan x ikki sær gott út á svenskum máli.

– Tað, sum vit skriva á svenskum, skal fyrst og fremst vera kunning til svenskar lesarar, og tí er tað púra óhugsandi, at vit fara at broyta svensku stavsetingina av laksi, sigur málfrøðingurin, Erika Lyly.