Fríggjadagin 19. august kemur norski kavbáturin, KNM UTSTEIN, til Klaksvíkar sum gestur á Føroya Sjómannadegi
Líka síðan 2005 hava fyriskipararnir av Føroya Sjómannadegi lagt seg eftir at hava okkurt forvitnisligt til gestirnar, sum ikki hevur verið fyrr.
ambært Norðlýsinum hevur tað eydnast Føroya Sjómannadegi í góðum samstarvi við Færøernes Kommado at fáa 60 metur langa norska kavbátin, KNM UTSTEIN, til Klaksvíkar.
Eftir ætlan kemur kavbáturin á Klaksvik fríggjadagin 19. august kl. 13 og verður liggjandi til fyrrapartin mánadagin 22. august.
Føroya Sjómannadagur verður leygardagin 20. august og tá verður eftir ætlan møguleiki at vitjað umborð.