Allur svimjiheimurin er skelkaður, nú tað frættist í dag, at norski svimjarin, Alexander Dale Oen, brádliga er deyður á einum hotelli í Flaggstaff Arizona í USA, har hann var á venjingarlegu.
Hann var 26 ára gamal.
Tað boðar norska svimjisambandið frá í dag.
Alexander Dale Oen vann HM í 100 metra bringusvimjing í fjør. Tað vakti miklan ans, tí tað var tann 25 juli, bara tríggjar dagar eftir høpisleysu yvirgangsatsóknina hjá Anders Behring Breivik.
Hann var eisini ein av stóru norsku gull vónunum á olympisku leikunum í London í summar.
Tað var í gjárkvøldið, Arizona tíð, ella í morgun føroyska tíð, at svimjifelagir varnaðist, at hann hevði verið rættiliga leingi undir brúsu, áðrenn tey skuldu hittast til hugnaliga samveru.
Tá ið tað onki nyttaði at rópa á hann, fóru tey inn á baðiverilsi, har tey funnu hann lívleysan á gólvinum.
Boð vórðu send eftir sjúkrabili og roynt varð at fáa lív í hann aftur. Men tað var alt til fánýtis og ein góðan tíma seinni komu formligu boðini frá læknunum um, at hann var deyður.
Ongin veit, hví hann brádliga doyði, men han skal nú kannast.