Norskur heimsklassi í Norðurlandahúsinum

Hóast sín unga aldur, hevur hon vunnið hópin av virðislønum og hevur spælt á teimum stóru pallunum. Leygarkvøldið er hon í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið vartar upp við sonnum heimsklassa leygarkvøldið, tá ið ungi, norski violinspælarin, Guro Kleven Hagen, fer á pallin saman við Føroya Symfoniorkestri.

Hóast Guro Kleven Hagen bara er 20 ára gomul, verður hon long mett at vera ein violinspælari í heimsflokki. Hon er ofta á palli saman við teimum stóru symfoniorkestrunum kring um í heimi, og hon hevur spælt á hátíðarhaldi, tá ið virðislønirnar hjá Nobel eru handaðar.

 

Hon hevur somuleiðis vunnið ein hóp av virðislønum, eisini virðislønina uppá eina millión, sum Statoil letur klassiskum tónleikarum.

Violinin, hon spælir á, er frá 1740 og taðer ein, sum Dextra Music hevur lænt henni.

Leygarkvøldið fer hon á pall í Norðurlandahúsinum, har hon spælir saman við Føroya Symfoniorkestrinum.

 

Har fara tey at spæla verk eftir Tchaikovsky og ta yndisligu romansuna hjá Svendsen.

Tey fara eisini at spæla vældámdu Peer Gynt Suite eftir Grieg, eisini tey kendu “In the Hall fo the mountain King” and “Morgenstemning”.

Somuleiðis fara tey at spæla New World Symphony eftir Dvorák. Tað er eitt verk, nógv fólk kenna, tí tað er ein hin kendasta symfoniin yvirhøvur.

 

Í youtube brotinum ovast, spælir hon yndisliga á hátíðarhaldi fyri Aung San Suu Kyi, tá ið hon fekk virðislønina hjá Nobel.