Formaðurin í Samatinginum í Noregi, Sven Roald Nystø, heldur, at Noreg eigur at fara upp í ES.
? Útjaðarapolitikkurin hjá ES er sum smíðaður til tað samiska fólkið, og norskur limaskapur í samveldinum hevði givið samunum størri ræðisrætt yvir náttúrutilfeinginum í Norðurnoregi, sigur Sven Roald Nystø.
Hann sigur seg eisini vera sannførdan um, at norskur ES-limaskapur hevði ment samstarvið í teimum samisku økjunum. Somuleiðis er hann av teirri áskoðan, at teir norsku myndugleikarnir hava ikki gjørt nóg mikið til tess at tryggja samunum rættindi til vatn og jørð í Finnmørkini.
Ein spurnarkanning í norska Samatinginum hevur víst, at tingið er tvíbýtt í spurninginum um norskan limaskap í ES. 17 tinglimir siga seg vera ímóti limaskapi, meðan 16 ery fyri. Seks siga, at teir hava ikki tikið støðu til spurningin.