Norskur drongur deyður av svínakrími

Ein 11 ára gamal drongur, sum varð lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið í Oslo við svínakrími, doyði í gjár av sjúkuni. Tað váttaði yvirlæknin Bjørnar Nyen fyri fjølmiðlunum seinnapartin.

Drongurin, sum var úr Porsgrunn, varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið í Telemark, men tá hann versnaði, bleiv hann fluttur til Oslo.

-Drongurin gjørdist sjúkur fyri tveimum vikum síðani og varð fluttur á sjúkrahús mánadagin. Hann gjørdist illa sjúkur, og tað vísti seg, at hann hevði svínakrím, sigur Bjørnar Nyen við kringvarpið NRK.

Hann sigur, at talan var um H1N1-virusið. Hjá teimum flestu er hetta virusið ikki verri enn vanligt krím, men hjá nøkrum kann tað vera sera álvarssamt, og tann 11 ára gamli drongurin var ein teirra, sigur yvirlæknin.

Umframt tann 11 ára drongin vórðu tvey vaksin fólk flutt á Ríkissjúkrahúsið í Oslo við somu smittu beint fyri jól, og tey eru framvegis á sjúkrahúsinum, sigur NRK.