Norskur bluegrass-bólkur vitjar

Humming People eru serliga kendir fyri at spæla í fongslum. Í hesum døgum vitja teir í Føroyum.

Norski Bluegrass-bólkurin, Humming People, vitjar í hesum døgum í Føroyum.

Í Noreg eru teir serliga kendir fyri at hava framførslur í fongslum, men eisini spæla teir ofta fyri Frelsunarherin sum liður í stóra sosiala arbeiðinum, sum felagsskapurin ger.

Fyrstu framførsluna høvdu teir í Arrestini í morgun, men fleiri aðrar konsertir eru eisini á skránni. Í kvøld spæla teir í Eiðis kirkju, leygarkvøldið á Café Natúr, og sunnukvøldið verður framførsla í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn.