Norsku skipasmiðjurnar í trupulleikum

Norsku skipasmiðjurnar hava munandi færri bíleggingar enn vanligt, og tær flestu hava bert arbeiði ein part av hesum árinum

Tað var tann tíð, tá stjórarnir á teimum norsku skipasmiðjunum máttu hava fleiri álmanakkar fyri at halda skil á teimum nógvu bíleggingunum, men soleiðis er ikki longur. Á næstan øllum skipasmiðjunum nýtist stjóranum ikki meiri enn tann eina álmanakkan, og tað er tann fyri hetta árið.
Felagið hjá norsku tøknifyritøkunum sigur, at í fjør fingu skipasmiðjurnar bíleggingar fyri 3,6 milliardir krónur, meðan tær hava orku til at byggja fyri einar 10 milliardir krónur. Árið í fjør var kortini frægari enn 2001, tá bíleggingarnar vóru 1,6 milliard krónur, men kortini at kalla einki samanborið við 2000, tá skipasmiðjurnar fingu bíleggingar fyri heilar 33 milliardir krónur.
Úrslitið er, at næstan allar skipasmiðjurnar verða lidnar við sínar bíleggingar í hesum árinum. Bara tríggjar hava arbeiði, sum røkkur út um næsta árs-skiftið. Á onkrum skipasmiðjum verða tey liðug við bíleggingarnar longu í vár, og summar hava longu ávarað arbeiðsfólkið um, at neyðugt verður at koyra fólk til hús. Eitt nú hevur tann gamla Ulstein-skipasmiðjan varskógvað 150 av sínum arbeiðsfólkum um, at tey kunnu verða uppsøgd.
Felagið hjá tøknifyritøkunum sigur, at orsøkirnar til ta vánaligu støðuna eru fleiri. Í fyrsta lagi er áhugin fyri oljuleiting í norskum øki munandi minni, enn hann hevur verið, men tann sterka norska krónan og tann høga rentan hava eisini sína ávirkan, sigur felagið. Tað ger heldur ikki støðuna betur, at lønin hjá teimum, sum arbeiða á skipasmiðjunum, er hækkað rættiliga munandi seinastu árini, og at tann almenni stuðulin til skipasmíð er tikin av.
Stutt fyri jól sendu skipasmiðjurnar vinnumála-ráðnum í Oslo eitt bræv um støðuna, men enn hava tær ikki frætt aftur haðani.