Norsku Libya-flogførini standa enn

Noreg hevur sent seks stríðsflogfør at taka lut í átakinum í Libya, men fyribils verða flogførini standandi á einum flogvølli á Kreta, hagar tey komu í dag. Orsøkin er, at tey norsku flogførini fara ikki til Libya, fyrr enn norska stjórnin hevur fingið at vita, hvør stýrir álopunum. Tað sigur verjumálaráðharrin, Grete Faremo.

-Tað hevur avgerandi týdning fyri okkum at fáa greitt at vita, hvør hevur ovastu leiðsluna, og at vit fáa neyðugt innlit i, hvussu avgerðir viðvíkjandi álopunum verða tiknar, sigur verjumálaráðharrin við norskar fjølmiðlar.

Grete Faremo sigur, at ST-heimildin fyri flogálopunum er í lagi, men tað er framvegis ógreitt, hvør hevur ta ovastu leiðsluna, og tí sleppa tey norsku flogførini ikki til Libya fyribils.