Norsku kvinnurnar settu seg á dystin frá fyrsta bríksli, og longu eftir einum korteri høvdu tær bygt sær eina stóra leiðslu.
Og hesa hildu tær fast um allan dystin. Tá Russland kom nærmast, minkaðu tær munin í seks mál, men spenningur kom ongan tíð í dystin, sum Noreg vann 34-27.
Talan var um søguligan sigur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Noreg hevur vunnið gull í liðítrótti í OL summarleikum, og hetta var fyrsta ferðin, at norski venjarin, Marit Breivik, vann OL gull. Hon hevur annars verið við til at vunnið tólv meistaragullmerkir í seytjan EM, HM og OL finalum. Marit Breivik hevur verið venjari hjá norska kvinnulandsliðnum síðani 1994.
Í bronsudystinum vann Suðurkorea 33-27 á Ungarn. Bara fýra minuttir fyri leiklok var støðan annars 27-27, men so settu suðurkoreansku kvinnurnar veruliga trumf á.










