Hálvfinalan millum hondbóltskvinnurnar hjá Noregi og Suðurkorea bleiv ongantíð so spennandi, so fleiri kanska høvdu væntað. Hóast munurin onkuntíð var lítil, vísti tað norska liðið seg at vera tað betra og vann dystin 31-25. Støðan í steðginum var 18-15 til Noreg.
Tað norska liðið spældi ein góðan dyst, men fjølmiðlarnir eru á einum máli um, at norski málverjin, Katrine Lunde, átti sín stóra lut í, at sigurin bleiv so sannførandi, sum hann bleiv.
Í finaluni skal Noreg spæla ímóti annaðhvørt Spania ella Montenegro, sum møtast í hinari hálvfinaluni.









